Meludia-netskipanin

Tað mest framkomna og fullfíggjaða tónleikaamboðið í dag.

Eitt tónleikaamboð við 625 venjingum í tínum kaga.

Frá grundstigi til víðkað stig lærir Meludia teg um: lagbygnað, form, rytmu, intervall, akkordir, umvendingar, samansetingar og mangt, mangt annað ...

MELUDIA NETSKIPANIN - ÓKEYPIS 

TIL ØLL Í FØROYUM!

Nám hevur gjørt samstarvsavtalu við Meludia, sum gevur øllum føroyingum ókeypis atgongd til Meludia.
Meludia-netskipanin verður útgivin á føroyskum máli 8. Apríl 2018 og verður ókeypis komandi trý árini.
Nám vil við hesum eggja og stuðla tónleikamentanini í Føroyum.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, bjóðar tær vælkomnum til Meludia!
Sunleif Rasmussen, Meludia ambassadørur, tónaskald bjóðar tær vælkomnum til Meludia!
Hanna Jensen, løgtingskvinna og franskur konsul, bjóðar tær vælkomnum til Meludia!
THE MELUDIA WEB APPLICATION IS FREE FOR EVERYONE IN CANADA!
Flag of Canada
To celebrate ``'Canada 150', the Calgary Philharmonic Orchestra has entered into a unique partnership with Meludia. Starting on December 6, 2017 and for a period of one year, unlimited access to the Meludia web application will be made available free of charge to every resident and visitor in Canada, a gift to the nation by the Calgary Philharmonic Orchestra and its Music Director, Rune Bergmann, who have made it their mission to encourage and nurture music literacy in Canada.
Rune Bergmann, Music Director of the Calgary Philharmonic Orchestra,
Welcomes You to Meludia
6,65 um mánaðin
3-mánaða hald
Óavmarkað atgongd til 625 venjingar á Meludia-netskipanini (snildfonapp ikki íroknað)

Ókeypis royndartíð í tvær vikur
Avrokna sum eitt gjald à €19,95
Sjálvvirkandi endurnýggjan
Steðga haldinum nær sum helst
SERA VÆL DÁMT
4,99 um mánaðin
ÁRSHALD
Óavmarkað atgongd til 625 venjingar á Meludia-netskipanini (snildfonapp ikki íroknað)

Ókeypis royndartíð í tvær vikur
Avrokna sum eitt gjald á €59,95
Sjálvvirkandi endurnýggjan
Steðga haldinum nær sum helst
3,99 um mánaðin
BÓLKAHALD TIL 10 PERSÓNAR ELLA FLEIRI
Óavmarkað atgongd til 625 venjingar á Meludia-netskipanini (snildfonapp ikki íroknað)

Ókeypis royndartíð í tvær vikur
Avrokna sum eitt gjald
Minst 10-mánaða hald.
Hjálp og vegleiðing til undirvísarar

GIFT CARDS
WEB APPLICATION

Choose your card. You can then personalize it and print it out or send it by email.

HVUSSU KOMI EG Í GONGD?

Byrja við at rita inn í Meludia-netskipaninina á hesi heimasíðu. Tú fært atgongd til 625 stigvaksandi venjingar, sum læra teg at meistra grundleggjandi evni í tónleiki við tíðarinnar mest framkomna tónleikaamboði.



HVUSSU VENJI EG?

Venjingarnar verða gjørdar, har tær lystir, og við egnari ferð. Meludia er virðismiklasta tónleikaamboðið.
Lurta
Meludia vísir spurningin við ljóði og litføgrum grafiskum sniði. Lurta væl og tak tær góða tíð. Spurningar og ljóð kunnu endurtakast so nógvar ferðir tær lystir.
Svar
At svara er lætt. Tú skal trýsta á knapparnar, sum samsvara best við tað, tú hoyrdi. Skjótari tú svarar, fleiri stig fært tú.
Framstig
Meludia brúkar styrkjandi læring, so tú lærir av øllum svarum, bæði røttum og skeivum. Tú fært beinanvegin úrslit av tínum svari og rættingina, um ein feilur er gjørdur.
"Meludia hugtekur meg á so nógvum stigum í senn"
Thomas Hampson
Bariton - operasangari
"Meludia hevur sterka ávirkan á, hvussu menniskju uppliva og læra tónleik"
Michael Cuthbert
Professari, MIT, Boston
"Meludia er intuitivt, stuttligt og effektivt"
Nicola Benedetti
Soloviolinleikari
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini. Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!
15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur

Meludia-filmar

Meludia-framløga

Meludia-TedX

Vegleiðing

Tónleikaástøði

MELUDIA ER SUM FÝRVERK FYRI HEILAN

FOKUS
Í øllum aktivitetum hava vit mørk fyri hvussu leingi vit kunnu hugsavna okkum og fokusera. Stimbrandi og stuttliga tilgondin í Meludia er við til at menna okkara førleikar at hugsavna okkum við torskildum uppgávum yvir longri tíð. Við Meludia verða tíni hugsavningarevni styrkt meiri, enn tú kanst ímynda tær.
MINNI
Meludia mennir minnið, soleiðis at tú klárar at minnast longri og fløktari tónleikasekvensir. Tú verður kvikari, og tú varðveitir og minnist tónleikin betri. Menningin av minninum er treytað av, at førleikarnir at uppliva, føla og skilja verða stimbraðir mest møguligt. Meludia hjálpir tær at menna sansingar- og kenslufatanina við venjingum í fleiri tónleikadimensjónum.
REAKTIÓNSTÍÐ
Tað, sum ger ein persón til tónleikara, er millum annað førleikin at viðgera fløktan tónleik her og nú, og at megna at reagera uppá tónleikin í stundini. Við at venja og brýna tónleikaligu evnini ígjøgnum Meludia, mennir tú heilastyrkina og fatanina av tónleiki. Meludia stillar ferðina upp, tess skjótari tú klárar at svara spurningunum.
AT EYÐKENNA MYNSTUR
Tað er ein hópur av ljóðførum, tónleikamentanum og tónleikastílum til. Kortini er allur tónleikur sameindur av einum upprunakendum formi. Meludia hjálpir tær at skilja hendan form, kenna hann aftur og endurskapa hann. Hesin førleikin ger tað lættari at skilja og uppliva tónleik frá øllum mentanum.
EYÐMERKING AV TÓNAHÆDD
Tónleikur gagnnýtir eina nógv størri sansiskipan enn tað talaða málið, millum annað tí at tónalandslagið hevur eitt spenni frá djúpum til høgar tónar. Aftrat tí er tónleikur eitt mál, sum fólk kunnu tosa óheft av mentanum og orðum. Meludia mennir tínar sansiskipanir í musikalska heiminum. Hetta gevur tær betri kenslu av tónarúmi, eins og førleikarnir at hoyra fleiri ljóð í senn verða mentir.
HARMONISK UPPLIVING
Tá vit seta ljóð og tónar saman, skapa vit kensluligar litir og eina stigskipan innanhýsis ímillum tónarnar. Hetta fyribrigdi er heimsfevnandi, og vit hava íbornar førleikar at uppliva kensluligu litirnar og at kenna tónalu stigskipanina aftur. Meludia-venjingarnar betra førleikarnar at skilja og týða harmonisku fyribrigdini.
6,65 um mánaðin
3-mánaða hald
Óavmarkað atgongd til 625 venjingar á Meludia-netskipanini (snildfonapp ikki íroknað)

Ókeypis royndartíð í tvær vikur
Avrokna sum eitt gjald à €19,95
Sjálvvirkandi endurnýggjan
Steðga haldinum nær sum helst
SERA VÆL DÁMT
4,99 um mánaðin
ÁRSHALD
Óavmarkað atgongd til 625 venjingar á Meludia-netskipanini (snildfonapp ikki íroknað)

Ókeypis royndartíð í tvær vikur
Avrokna sum eitt gjald á €59,95
Sjálvvirkandi endurnýggjan
Steðga haldinum nær sum helst
1,99 per month
GROUP LICENSES OF 10 OR MORE
Óavmarkað atgongd til 625 venjingar á Meludia-netskipanini (snildfonapp ikki íroknað)

Ókeypis royndartíð í tvær vikur
Avrokna sum eitt gjald
Minst 10-mánaða hald.
Hjálp og vegleiðing til undirvísarar

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.