Veitir heiminum tónleikafatan

Rætturin at skilja tónleik er ikki øðrvísi enn rætturin at læra at lesa, skriva ella eitt talað mál
VIT TRÚGVA UPPÁ MEGINA Í TÓNLEIKI
Tónleikarar og tónleikalesandi í fleiri londum hava fingið Meludia at nýta. Eisini verður Meludia brúkt av fólki við sera ymiskum sertørvum. Her er ein stuttur heimildarfilmur úr Malta, ið lýsir nýtsluna av Meludia. Meludia er sett landsumfatandi í verk í millum annað hesum londum: Estlandi í 2015, Malta í 2016, Kanada í 2017 og Føroyum í 2018.
"Meludia fer at gera okkum til betri fólk."
Dr. Joseph Muscat
forsætisráðharri á Malta
"Meludia hevur gjørt hoyrilæru til eina gleði."
Leonard Elschenbroich
Soloselloleikari
"Meludia er fyrsta tónleikaforrit til øll og ikki einans til nøkur fá útvald."
Don S. Liuzzi
Fakultetið á The Curtis Institute of Music
VIT TRÚGVA UPPÁ MEGINA Í TÓNLEIKI
Við at menna íbornu tónleikaligu evnini, sum ein og hvør persónur hevur, verður heimurin meiri samljóðandi, skynsamur, skapandi og friðarligur.

Landsumfatandi nýtsla

Ríkisleiðarar og stjórnir velja Meludia, so allir borgarar hava møguleika at menna sína tónleikafatan.

Virka staðbundið, hugsa heimsfevnandi

Meludia leggur framhaldandi nýggj mál aftrat. Í nógvum førum er Meludia fyrsta tónleikaamboð á nýggja málinum.

MELUDIA ER EITT FULLFÍGGJAÐ FORRIT

Meludia verður brúkt á sjúkrahúsum.

Meludia er tøkt á bæði barna- og vaksnadeildum á sjúkrahúsum og gevur vælveru, hjálp og savnan um annað enn sjúku og pínu. Meludia verður brúkt á nógvum sjúkrahúsum í heiminum í dag, og útbreiðslan er í framhaldandi vøkstri, tí bæði læknar og sjúkrahúsleiðslur síggja positiv árin av skipanini.

Meludia verður brúkt innan sosialar vælferðartænastur

Á stovnum fyri heimleys og svikin børn og heimum fyri misbrúkt børn verður Meludia brúkt sum eitt læruspæl, sum hevur givið børnunum gleði, vinskap, sjálvsálit og uppdaging av íbornum tónleikaevnum.

Meludia verður brúkt innan sosialar vælferðartænastur

Á stovnum fyri heimleys og svikin børn og heimum fyri misbrúkt børn verður Meludia brúkt sum eitt læruspæl, sum hevur givið børnunum gleði, vinskap, sjálvsálit og uppdaging av íbornum tónleikaevnum.

Meludia verður brúkt í fongslum

Við merkisverdum úrslitum verður Meludia brúkt í ungdómsfongslum og øðrum stovnum fyri revsifangar. Meludia skapar jaligar samrøður ímillum fangarnar, og teir vísa hjálpsemi yvirfyri øðrum fangum, ið ikki eru eins dugnaligir.
Peter Merts eigur myndina av tónleikaundirvísing í 'Arts in Corrections'-ætlanini hjá California Department of Corrections and Rehabilitation

Meludia verður brúkt á ellis- og røktarheimum

Meludia verður brúkt á nógvum heimum fyri eldri borgarar við demensi og Alzheimers sjúku. Meludia stimbrar, vekir og gevur gleði til borgararnar. Tað er serstakliga gagnligt, tá tað verður brúkt saman við umsorganarpersónum ella familju.

Meludia verður brúkt á ellis- og røktarheimum

Meludia verður brúkt á nógvum heimum fyri eldri borgarar við demensi og Alzheimers sjúku. Meludia stimbrar, vekir og gevur gleði til borgararnar. Tað er serstakliga gagnligt, tá tað verður brúkt saman við umsorganarpersónum ella familju.
Bastien Sannac
Co-Founder
Chief Executive Officer
Vincent Chaintrier
Co-Founder 
Vice President
Kevin Kleinmann
Vice President
International Relations
Julien Grimal
Chief Technical Officer
Bastien Sannac
Co-Founder & CEO
Vincent Chaintrier
Co-Founder & Vice President
Kevin Kleinmann
Vice President
Julien Grimal
Chief Technical Officer
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini.
Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!
 
15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur