MELUDIA-APP

Besta amboð til venjing av tónleiki og heila

Meludia-appin er ein stuttlig og stigvaksandi snildfon-app til iphone og android brúkarar, sum er gjørd til yrkistónleikarar eins væl og byrjanartónleikarar. Meludia-appin bjóðar eina fullfíggjaða skipan, sum lærir teg at endurspæla eitt og hvørt lag í øllum tónleikasløgum.
The main menu of the Meludia Melody mobile app is composed of four modules: Discovery, Intermediate, Advanced and Expert

700 LAGVENJINGAR AT STIMBRA TÓNLEIKAFATANINA VIÐ

Frá grundstigi ...
Á grundstigi í Meludia-appini byrjar tú við at endurspæla einføld løg við einans tveimum tónum. Í hvørjari venjing veksur ferðin, og talið av tónum veksur eisini javnt upp til 12-tónaløg. Tú kanst eisini velja ljóðføri sum klaver, gittara osfr. At meistra grundstigið í Meludia-appini fer at geva tær sjálvsálit og neyðugar førleikar til at fara til teir stigvaksandi partarnar miðstig, hástig og víðkað stig.
... til víðkað stig
Tá tú gjøgnumførir venjingarnar, letur tú upp fyri fleiri venjingum, har tónar og løg hava fløktar og avbjóðandi samansetingar. Hendan tilgongd fer at styrkja tínar melodisku førleikar ómetaliga nógv! Tær 700 venjingarnar í Meludia-appini, taka teg ígjøgnum øll melodisk intervall, allar akkordir og tónastigar upp til kromatiska 12-tónastigan.
"Meludia umboðar framtíðarlærin."
Joseph Calleja
Tenorur - operasangari
"Meludia hevur sterka ávirkan á, hvussu menniskju uppliva og læra tónleik."
Michael Cuthbert
Professari, MIT, Boston
"Meludia brúkar
okkara íbornu tónleikagávur til at menna tónleikaførleikarnar."

Nicola Benedetti
Soloviolinleikari
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini.
Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!

15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur

Meludia-filmar

Meludia-framløga

Meludia-TedX

Vegleiðing

Tónleikaástøði

MELUDIA ER SUM FÝRVERK FYRI HEILAN

FOKUS
Í øllum aktivitetum hava vit mørk fyri hvussu leingi vit kunnu hugsavna okkum og fokusera. Stimbrandi og stuttliga tilgondin í Meludia er við til at menna okkara førleikar at hugsavna okkum við torskildum uppgávum yvir longri tíð. Við Meludia verða tíni hugsavningarevni styrkt meiri, enn tú kanst ímynda tær.
MINNI
Meludia mennir minnið, soleiðis at tú klárar at minnast longri og fløktari tónleikasekvensir. Tú verður kvikari, og tú varðveitir og minnist tónleikin betri. Menningin av minninum er treytað av, at førleikarnir at uppliva, føla og skilja verða stimbraðir mest møguligt. Meludia hjálpir tær at menna sansingar- og kenslufatanina við venjingum í fleiri tónleikadimensjónum.
REAKTIÓNSTÍÐ
Tað, sum ger ein persón til tónleikara, er millum annað førleikin at viðgera fløktan tónleik her og nú, og at megna at reagera uppá tónleikin í stundini. Við at venja og brýna tónleikaligu evnini ígjøgnum Meludia, mennir tú heilastyrkina og fatanina av tónleiki. Meludia stillar ferðina upp, tess skjótari tú klárar at svara spurningunum.
AT EYÐKENNA MYNSTUR
Tað er ein hópur av ljóðførum, tónleikamentanum og tónleikastílum til. Kortini er allur tónleikur sameindur av einum upprunakendum formi. Meludia hjálpir tær at skilja hendan form, kenna hann aftur og endurskapa hann. Hesin førleikin ger tað lættari at skilja og uppliva tónleik frá øllum mentanum.
EYÐMERKING AV TÓNAHÆDD
Tónleikur gagnnýtir eina nógv størri sansiskipan enn tað talaða málið, millum annað tí at tónalandslagið hevur eitt spenni frá djúpum til høgar tónar. Aftrat tí er tónleikur eitt mál, sum fólk kunnu tosa óheft av mentanum og orðum. Meludia mennir tínar sansiskipanir í musikalska heiminum. Hetta gevur tær betri kenslu av tónarúmi, eins og førleikarnir at hoyra fleiri ljóð í senn verða mentir.
HARMONISK UPPLIVING
Tá vit seta ljóð og tónar saman, skapa vit kensluligar litir og eina stigskipan innanhýsis ímillum tónarnar. Hetta fyribrigdi er heimsfevnandi, og vit hava íbornar førleikar at uppliva kensluligu litirnar og at kenna tónalu stigskipanina aftur. Meludia-venjingarnar betra førleikarnar at skilja og týða harmonisku fyribrigdini.

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.