Ger tónleikaundirvísing stuttliga og lærandi

Meludia til undirvísarar og næmingar

EIN APP, SUM TÚ FRØIST UM AT SÍGGJA TÍNAR NÆMINGAR BRÚKA

ER MENNANDI
Vøkur og verulig ljóðførisljóð, sum stuðla dagligum venjingum
ER STIGVAKSANDI
Ein prógvað og virðislønt tilgongd til tónleikarar á øllum stigum
ER STUTTLIGT
Meludia brúkar eginleikar úr spølum at gera læruupplivingina so góða sum møguligt
ER FULLFÍGGJAÐ
Meludia fevnir um alt: løg, rytmu, intervall, akkordir og nógv aftrat...

Ger tónleikalæru stuttliga og motiverandi!

Næmingar í dag eru innføddir talgildir brúkarar. Meludia brúkar framkomna talgilda tøkni, spæligleði og samvirkandi miðlar. Meludia er ein stuttlig skipan at brúka, men er eisini ein sera gagnlig lærutilgongd. Meludia er áhugavert spæl, eins og tað er ein lærutilgongd í sær sjálvum.

Vinn á ræðsluni fyri solmisasjón og hoyrilæru

Meludia fyrireikar næmingar at meistra og dáma solmisasjón og hoyrilæru. Fyri nógvar næmingar er siðbundin tónleikafrálæra bæði keðilig og ørkymlandi. Meludia kemur við einari frískari tilgongd til siðbundnu tilgongdina, tí næmingarnir hava møguleika at læra seg hoyrilæru í tryggum heimligum umhvørvi. Tá næmingarnir hava lært seg við Meludia, verður tónleikaástøði minni ræðandi og lættari at skilja.

Vinn á ræðsluni fyri solmisasjón og hoyrilæru

Meludia fyrireikar næmingar at meistra og dáma solmisasjón og hoyrilæru. Fyri nógvar næmingar er siðbundin tónleikafrálæra bæði keðilig og ørkymlandi. Meludia kemur við einari frískari tilgongd til siðbundnu tilgongdina, tí næmingarnir hava møguleika at læra seg hoyrilæru í tryggum heimligum umhvørvi. Tá næmingarnir hava lært seg við Meludia, verður tónleikaástøði minni ræðandi og lættari at skilja.

Styrkir øll tónleikastig

Meludia styrkir læring og skapar forvitni, kreativitet og áhuga fyri spælandi læru uttan ov nógva leiðbeining. Meludia kann brúkast heima, í skúlanum ella hvar sum helst. Tilgongdin er nýskapandi fyri hoyrilæru og tónleikaástøði. Eisini kann tónleikafrálæra í skúlum fáa ágóðar av skipanini.
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini.
Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!
15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur
Meludia-uppslagstalva hjá undirvísara
Innritan í Meludia-netskipanina ger tað møguligt at síggja framgongdina hjá tínum næmingum. Eisini kanst tú á einfaldan hátt býta næmingarnar sundur í bólkar.
Størri partur av tónleikatímanum til tónleik
Ymiskleiki í tónleikaundirvísing er ofta ein trupulleiki. Eitt mál hjá Meludia er at gera undirvísarar førar fyri at menna næmingarnar á teirra stigi. Lærarar kunnu við Meludia geva næmingunum venjingar á ymiskum stigum og nýta meiri tíð til at leiðmenna næmingarnar, soleiðis at tónleikaundirvísingin verður gagnlig og stuttlig fyri øll.
Tillaging av læring
Av tí at støðið hjá næmingum kann verða ymiskt, kann tað verða avbjóðandi hjá einum undirvísara at venja næmingarnar persónliga í einum blandaðum bólki. Meludia loysir stórar partar av hesari avbjóðing.
Gev teimum meira sjálvstýri
Meludia styrkir tónleikagrundarlagið hjá hvørjum einstøkum næmingi. Hetta gevur meiri sjálvsálit, størri gleði og meira sjálvstýri í øllum tí tónleikaliga virkseminum.

FULLKOMIÐ HJÁLPARTÓL TIL TÍNA UNDIRVÍSING

Ein av størstu avbjóðingunum hjá tónleikaundirvísarum er ójavnin ímillum næmingarnar. Nakrir næmingar hava sterka tónhoyrn, meðan aðrir dragna afturúr. Hetta ger uppgávuna hjá undirvísarunum sera avbjóðandi. Við slíkum ójavna er tað ringt at hava venjingar og undirvísingartímar, sum bæði styrkja góðu næmingarnar og hjálpa veiku næmingunum til framgongd.
Vincent Chaintrier
Samstovnari og skapari av Meludia-skipanini
Meludia er eitt sterkt amboð, sum gevur áhuga at læra tónleik og fær næmingar at skilja týdningin av einum góðum oyra og góðari tónhoyrn. Meludia ger tað møguligt at venja hoyrilæru hvør sær. Sostatt ber til at brúka tónleikatímarnar til tónleik ístaðin fyri til ástøði.
Bastien Sannac
Samstovnari og forstjóri á Meludia

Nicola Benedetti - Soloviolinleikari 

"Eg síggi allar lærarar vera sera takksamar fyri hetta amboð"

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.