Fullkomin tónleikaapp at
byrja við

Meludia til børn

ENDILIGA EIN APP, SUM FÆR TEG AT FEGNAST AT SÍGGJA BARNIÐ SPÆLA VIÐ

ER MENNANDI
Vøkur og verulig ljóðførisljóð, sum stuðla dagligum venjingum
ER STIGVAKSANDI
Ein prógvað og virðislønt tilgongd til tónleikarar á øllum stigum
ER STUTTLIGT
Meludia brúkar eginleikar úr spølum at gera læruupplivingina so góða sum møguligt
ER FULLFÍGGJAÐ
Meludia fevnir um alt: løg, rytmu, intervall, akkordir og nógv aftrat...

Ger tónleikalæru stuttliga og motiverandi!

Børn í dag eru talgild 'vanadjór'. Meludia-skipanin nøktar hugin hjá børnum til talgilda tøkni, spøl og samvirknar miðlar. Meludia hevur eina tilgongd, sum børnum dáma og eisini er gagnlig fyri læringina. Meludia er eitt fangandi spæl og ein mennandi lærutilgongd.

Gróðurset áhugan fyri tónleiki og kreativiteti

Tað sum ger Meludia-tónleikaappina serstaka er, at hon nertir við natúrliga hugin hjá børnum at læra ígjøgnum teirra fatan. Meludia byggir brýr ímillum ymisku grundhugtøkini í tónleiki og kreativiteti.

Gróðurset áhugan fyri tónleiki og kreativiteti

Tað sum ger Meludia-tónleikaappina serstaka er, at hon nertir við natúrliga hugin hjá børnum at læra ígjøgnum teirra fatan. Meludia byggir brýr ímillum ymisku grundhugtøkini í tónleiki og kreativiteti.

Styrkir øll tónleikastig

Meludia styrkir læring og skapar forvitni, kreativitet og áhuga fyri spælandi læru uttan ov nógva leiðbeining. Meludia kann brúkast heima, í skúlanum ella hvar sum helst. Tilgongdin er nýskapandi fyri hoyrilæru og tónleikaástøði. Eisini kann tónleikafrálæra í skúlum fáa ágóðar av skipanini.
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini. Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!
15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur

FÁ STERKT SAMBAND VIÐ TÓNLEIK

Tónleikur hevur sterka ávirkan á læring. Um vit koma í samband við tónleik tíðliga í lívinum, verður ávirkanin enn sterkari. Kenslufatanin hjá børnum er sterkasti sansurin. Meludia er so vælegnað, tí appin byggir á at styrkja eitt kensluligt samband við ljóð.
Vincent Chaintrier
Samstovnari og skapari av Meludia-skipanini

Hadar Halevy - Mezzosopran - operasangari

"Meludia nertur við tær gundleggjandi kenslurnar og okkara íborna tónleikamátt!"

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.