Lær tónleik skjótt og væl

Meludia til sjálvlærd

UPPDAGA BESTA MÁTAN AT LÆRA TÓNLEIK UTTAN SIÐBUNDIÐ TÓNLEIKAÁSTØÐI

ER MENNANDI
Vøkur og verulig ljóðførisljóð, sum stuðla dagligum venjingum
ER STIGVAKSANDI
Ein prógvað og virðislønt tilgongd til tónleikarar á øllum stigum
ER STUTTLIGT
Meludia brúkar eginleikar úr spølum at gera læruupplivingina so góða sum møguligt
ER FULLFÍGGJAÐ
Meludia fevnir um alt: løg, rytmu, intervall, akkordir og nógv aftrat...

Ger samanhangandi framstig innan tónleik

Sum sjálvlærdur tónleikari dámar tær helst best at læra tónleik út frá egnum fortreytum. Meludia gevur tær møguleikarnar til hetta við samvirknum venjingum, sum styrkja tína tónleikafatan og loyva tær at gera framstig við egnari ferð.

Gróðurset áhugan fyri tónleiki og kreativiteti

Meludia er ein serstøk skipan, tí venjingarnar byggja á okkara íbornu tónleikagávur. Meludia byggir brýr millum grundleggjandi tónleikafatan og førleikarnar at spæla eitt ljóðføri, tulka eitt stykki, improvisera ella at skriva tónleik. Meludia styrkir sostatt okkara kreativu evni.

Gróðurset áhugan fyri tónleiki og kreativiteti

Meludia er ein serstøk skipan, tí venjingarnar byggja á okkara íbornu tónleikagávur. Meludia byggir brýr millum grundleggjandi tónleikafatan og førleikarnar at spæla eitt ljóðføri, tulka eitt stykki, improvisera ella at skriva tónleik. Meludia styrkir sostatt okkara kreativu evni.

Vinn á ræðsluni fyri solmisasjón og hoyrilæru

Meludia fyrireikar teg til at meistra og dáma solmisasjón og hoyrilæru. Fyri nógv fólk er siðbundin tónleikafrálæra bæði keðilig og ørkymlandi. Meludia kemur við einari frískari tilgongd til siðbundnu frálæruna, tí tú hevur møguleika at læra teg hoyrilæru í tryggum, heimligum umhvørvi. Tá tú hevur lært teg við Meludia, verður tónleikaástøðið minni ræðandi og lættari at skilja. Meludia styrkir tínar førleikar uttan at brúka nótar og fløkt ástøði, men við at brúka tíni egnu sansaligu evni at hoyra, føla og skilja.
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini. Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!
15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur

VEK TÍN INNARA TÓNLEIKARA

Ert tú ein forvitin persónur, sum dámar at mennast og læra nýggjar førleikar? Ein og hvør persónur hevur tónleikagávur, sum bert skulu vekjast og stuðlast. Meludia mennir serstakar sansaligar førleikar, sum gera tónleikalæruna natúrliga og stuttliga. Eisini styrkjast hugsavningarevnini, sjálvsálitið, minnið og aðrir eginleikar.
Vincent Chaintrier
Samstovnari og skapari av Meludia-skipanini

Joseph Calleja - Tenorur - operasangari

"Meludia umboðar framtíðarlæring"

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.