Fullkomin hoyrilæra

Meludia til áhuga- og yrkistónleikarar

STYRK TÍN TÓNLEIKALIGA MOTOR VIÐ STUTTLIGASTU HOYRILÆRUNI NAKRANTÍÐ

ER MENNANDI
Vøkur og verulig ljóðførisljóð, sum stuðla dagligum venjingum
ER STIGVAKSANDI
Ein prógvað og virðislønt tilgongd til tónleikarar á øllum stigum
ER STUTTLIGT
Meludia brúkar eginleikar úr spølum at gera læruupplivingina so góða sum møguligt
ER FULLFÍGGJAÐ
Meludia fevnir um alt: løg, rytmu, intervall, akkordir og nógv aftrat...

Ger samanhangandi framstig innan tónleik

Uttan mun til tónleikaligar førleikar er altíð pláss fyri framstigum. Spurningurin er ikki, um tú skalt betra um tíni núverandi hoyrilæruevni, men hvussu tú kanst gera tað mest gagnliga. Meludia er svarið.

Styrk kreativitetin og tónleikaevnini

Meludia styrkir tínar førleikar innan intervall, løg, akkordir og rytmur. Ígjøgnum samvirknar og stigvaksandi venjingar, bæði á netinum og til snildfon, styrkir tú um tónleikagrundarlagið. Allir tónleikarar, ið menna seg við Meludia, kunnu betra um evnini at spæla eftir oyranum og at leggja tónleik til rættis. Eisini verða kreativitetur, minni og reaktiónstíð styrkt, soleiðis at improvisasjóns- og kompositiónsførleikar betrast munandi.

Styrk kreativitetin og tónleikaevnini

Meludia styrkir tínar førleikar innan intervall, løg, akkordir og rytmur. Ígjøgnum samvirknar og stigvaksandi venjingar, bæði á netinum og til snildfon, styrkir tú um tónleikagrundarlagið. Allir tónleikarar, ið menna seg við Meludia, kunnu betra um evnini at spæla eftir oyranum og at leggja tónleik til rættis. Eisini verða kreativitetur, minni og reaktiónstíð styrkt, soleiðis at improvisasjóns- og kompositiónsførleikar betrast munandi.

Vinn á ræðsluni fyri solmisasjón og hoyrilæru

Meludia fyrireikar teg til at meistra og dáma solmisasjón og hoyrilæru. Fyri nógv fólk er siðbundin tónleikafrálæra bæði keðilig og ørkymlandi. Meludia kemur við einari frískari tilgongd til siðbundnu frálæruna, tí tú hevur møguleika at læra teg hoyrilæru í tryggum, heimligum umhvørvi. Tá tú hevur lært teg við Meludia, verður tónleikaástøðið minni ræðandi og lættari at skilja. Meludia styrkir tínar førleikar uttan at brúka nótar og fløkt ástøði, men við at brúka tíni egnu sansaligu evni at hoyra, føla og skilja.
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini.
Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!
15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur

VERÐ EIN FULLFÍGGJAÐUR TÓNLEIKARI

Oyrað er tað dýrabarasta hjá einum tónleikara. Ein gávaður tónleikari hevur ment evnini at hugsa og hoyra tónleik innantanna. Allir tónleikarar, ið menna seg við Meludia, betra um evnini at hoyra innantanna og menna soleiðis møguleikarnar at spæla eftir oyranum og at leggja tónleik til rættis. Eisini verða kreativitetur, minni og reaktiónstíð styrkt, soleiðis at improvisasjóns- og kompositiónsførleikar betrast munandi.
Vincent Chaintrier
Samstovnari og skapari av Meludia-skipanini

Hyung-ki Joo of Igudesman and Joo

"Meludia er sum ein sveisiskur knívur til tónleik. Tú hevur øll amboð til ein og hvønn trupulleika"

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.