Finn tín innara tónleikara

Meludia til vaksin og eldri

HALT SINNIÐ FRÍSKT, STUTTLEIKA TÆR OG LÆR TÓNLEIK SAMSTUNDIS!

ER MENNANDI
Vøkur og verulig ljóðførisljóð, sum stuðla dagligum venjingum
ER STIGVAKSANDI
Ein prógvað og virðislønt tilgongd til tónleikarar á øllum stigum
ER STUTTLIGT
Meludia brúkar eginleikar úr spølum at gera læruupplivingina so góða sum møguligt
ER FULLFÍGGJAÐ
Meludia fevnir um alt: løg, rytmu, intervall, akkordir og nógv aftrat...

Lær tónleik við heilavenjingum

Tú kanst spæla og læra tónleik við Meludia, hvør tín bakgrund enn er. Byrja av nýggjum og lær tónleik á ein stuttligan hátt ígjøgnum sansing og kenslur.

Lat teg leiðbeina

Meludia mennir teg stigvíst og gevur sjálvsálit til lurtiførleikar, sum eru týðandi fyri einhvønn tónleikara. Okkara stigvaksandi venjingar stuðla aðrari tónleikalæring og loyva tær at taka teg fram sjálvstøðugt og við egnari ferð.

Lat teg leiðbeina

Meludia mennir teg stigvíst og gevur sjálvsálit til lurtiførleikar, sum eru týðandi fyri einhvønn tónleikara. Okkara stigvaksandi venjingar stuðla aðrari tónleikalæring og loyva tær at taka teg fram sjálvstøðugt og við egnari ferð.

Gróðurset áhugan fyri tónleiki og kreativiteti

Meludia er ein serstøk skipan, tí venjingarnar byggja á íbornu tónleikagávurnar í okkum og mennir kreativu førleikarnar. Meludia undirvísir teg í tónleiki við stuttligum venjingum.
Tvey greið tónleikaforrit á netinum og snildfonini.
Brúka tey saman og sí framgongdina eftir bert tveimum vikum!

15 minuttir um dagin
4 dagar um vikuna
Úrslit innan 2 vikur

TAÐ ER ONGANTÍÐ OV SEINT AT LÆRA TÓNLEIK

Tónleikur er ein av tínum áhugum, men tú hevur møguliga ongantíð miðað eftir at læra tónleik. Nú hugsar tú, at tað er ov seint ella torført at byrja. Í veruleikanum er alt treytað av, hvussu tilgongdin til tónleikalæring er. Fyrsta stig at koma skjótt ígongd er, at tú lærir at lurta, eins og ein tónleikari ger.
Vincent Chaintrier
Samstovnari og skapari av Meludia-skipanini
Meludia stimbrar heilan og undivísir í grundleggjandi evnum í tónleiki. Hetta hendir í heimligum umhvørvi og við egnari ferð. Meludia er sostatt tín egni persónligi tónleikaundirvísari og leiðmennari, ið tryggjar, at tú stigvíst og samanhangandi lærir í einum stimbrandi umhvørvi.
Bastien Sannac
Samstovnari og forstjóri á Meludia

Julian Rachlin - Soloviolinleikari og orkesturleiðari

"Meludia kann brúkast av einum og hvørjum menniskja"

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin

Heimsfevnandi Meludia-felagsskapurin hevur limir úr 168 londum. Hesir limir hava brennandi tónleikaáhuga og skilja týdningin av tónleikafrálæru í samfelagnum.